Leygardagin 23. juli varð skipað fyri árliga grilldegnum í Haldarsvík. Hetta var trettandu ferð, at tiltakið varð hildið á sandinum í Haldarsvík.
Tað er býráðslimurin, Elias Hammer, sum saman við øðrum hevur skipað fyri øll hesi árini. Fólk taka sjálvi mat og grill við, og síðani hugna tey sær saman á sandinum.
- Í ár varð heiti potturin, sum Marine Harvest hevur latið bygdini, tikin í nýtslu, og hann varð dúgliga brúktur henda dagin.
Sunda kommuna, sum Haldarsvík er partur av, veit at siga, at potturin stendur tætt við sandin á økinum við skúlan.
Fleiri myndir frá hugnaliga leygardegnum kunnu síggjast á heimasíðuni hjá Sunda kommunu - www.sunda.fo