Grikska ævintýrið fullkomið

Mest óvæntaða úrslitið av einum EM-endaspæli nakrantíð er veruleiki. Grikska landsliðið, ið fáur hevði væntað fór at spæla seg víðari úr bólkaspælinum, vann sunnukvøldið finaluni á portugisisku vertunum og er tískil evropameistari

Endabresturin í EM-endaspælinum gjørdist eitt sindur av einum fusara. Leikliga var dysturin langt frá tann besti í kappingini, men hinvegin var spenningurin stórur gjøgnum allan dystin, og einki var avgjørt fyrr enn dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð.

Væl skipaðir grikkar
Eyðkenni fyri grikska liðið í EM-endaspælinum hevur verið, at liðið hevur verið so ómetaliga væl skipað. Allir mans kenna sín leiklut, og hvør sum ein arbeiðir allatíðina fyri liðið. Verður bólturin mistur í uppspælinum, eru allir mans skjótir at koma aftur um bóltin at verja fyri. Soleiðis var eisini í finaluni sunnukvøldið, og tað var týðuliga, at hetta ikki var nakað, ið dámdi portugisum. Hetta er nakað, sum hevur verið eyðkennandi fyri Grikkaland í allari kappingini, at teir hava verið so ómetaliga dugnaligir til at skifta millum álop og verju.
Portugal royndi at leggja trýst á grikkar frá byrjan, men tað gekk ógvuliga striltið hjá heimaliðnum at fáa glið á álopsspælið. Spælskiparin Deco úr Porto kom ongantíð av álvara inn í dystin, og tað var óivað skilagott av grikska venjaranum, Otto Rehagel, at hann í Konstantinos Katsouranis hevði ein yvirfrakka á júst Deco. Heimaliðið kom tó til nakrar einstakar møguleikar, uttan at talan var um teir heilt stóru, men tað skerst ikki burtur, at einsamalli áleyparin hjá Portugal, Pauleta, heldur ikki í finaluni hevði ein av sínum góðum døgum. Pauleta er vanliga ein sera vandamikil áleypari, men í EM-endaspælinum hevur tað als hepnast hjá honum, og Pauleta fekk einki mál í allari kappingini.

Nikopolidis royndist drúgvur
Ein tann mest týðandi leikarin hjá grikkum er uttan iva málverjin, Antonios Nikopolidis, sum hevur verið sera stinnur í allari kappingini. Hóast hann ikki ger tað stóra burtur úr sær sjálvum, so roynist Nikopolidis ógvuliga drúgvur. Hann hevur havt fleiri frálíkar bjargingar, og Nikopolidis velur altíð tryggastu loysnina í sínum málmansspæli.
Í fyrra hálvleiki vóru tað portugisar, ið høvdu bóltin mest. Bólturin bleiv spældur runt á portugisiska miðvøllinum, men so skjótt teir nærkaðust grikska brotsteiginum kom stígur í. Hvørki Luis Figo, Deco ella Christiano Ronaldo fingu tað stóra burtur úr, og tað sæst beinan vegin aftur í álopsspælinum hjá Portugal, at júst hesir tríggir, ið eru mest skapandi leikararnir á liðnum, ikki fáa rásarúm til at spæla sítt spæl.
Áðrenn farið var til hálvleiks, noyddist heimaliðið at broyta upp á liðið hjá sær, tí at høgri bakkur hjá teimum, Miguel, fekk ein skaða, sum forðaði honum í at halda fram við at spæla. Hann bleiv tí skiftur út til fyrimuns fyri Paulo Ferreira.

Charisteas griksk fólkahetja
Avgerðandi løtan í dystinum kom stutt eftir steðgin. Portugal royndi framvegis at trýsta, men tær fáu ferðirnar, ið grikkar vóru frammi við portugisiska brotsteigin, tóktist nógv størri vandi verða á ferð. Tá ið knappir tólv minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, fekk Grikkaland hornaspark í høgru síðu. Miðvallarleikarin Basinas sendi væl innfyri, og heilt nær málinum var grikski álopsleikarin Charisteas hægri enn Costinha hjá Portugal, og Charisteas skallaði bóltin í tóma málið, tí portugisiski málverjin, Ricardo, var á heilt skeivari leið. Verjuleikarin Costinha bleiv beinan vegin eftir grikska málið skiftur út til fyrimuns fyri roynda spælskiparan Manuel Rui Costa, og veteranurin setti beinan vegin meiri ferð á álopsspælið hjá Portugal.
Heimaliðið legði nú stórt trýst á grikkar, og fleiri ferðir var heilt nær við, at teir fingu útjavnandi málið. Bæði Figo, Deco og Rui Costa royndu seg, men antin var ein grikskur fótur fyri, ella raktu teir ikki málið. Venjarin hjá Portugal, Luiz Felipe Scolari, royndi eisini at seta Nuno Gomes á vøllin í staðin fyri Pauleta seinasta korterið, men tað gav heldur einki úrslit. Tað nærmasta, ið portugisar komu einum útjavnandi máli, var, tá ið Luis Figo hevði eitt gott skot, sum rakti ein grikskan fót og streyk beint við síðuna av stongini hjá Nikopolidis í grikska málinum. Eisini ungi Christiano Ronaldo var nær við, tá ið hann fekk ein langan bólt frá Rui Costa, men Manchester United-leikarin fekk ikki nóg gott tamarhald á bóltinum, áðrenn grikkar fingu vart fyri.

Apollon, Zeus og Rehagel
Leiktir vóru nærum fimm minuttir av yvirtíð, tá ið týski dómarin Markus Merk bríkslaði fyri seinastu ferð, og so kundu teir griksku leikararnir og teir mongu griksku áskoðararnir á Estadio da Luz fegnast um, at Grikkaland hevði vunnið Evropameistaraheitið í fótbólti 2004, og tað var tann fullkomni endin upp á grikska ævintýrið, sum byrjaði, tá ið grikska fótbóltslandsliðið fyri einum lítlum ári síðani vann sær rætt til at taka lut í EM-endaspælinum í Portugal.
Stóra styrkin hjá grikska liðnum hevur verið, at talan allatíðina hevur verið um eitt liðavrik. Liðið hevur ikki nakrar stórar stjørnur, og allir mans arbeiða fyri hvønn annan. Ikki minni týðandi hevur tað verið, at týski venjarin hjá liðnum, Otto Rehagel, hevur syrgt fyri, at grikkar eru ómetaliga væl skipaðir í sínum spæli, og so er Rehagel eisini kendur sum ein royndur venjari, ið dugir serstakliga væl at leggja taktikk eftir mótstøðuliðunum. Nú Rehagel hevur leitt grikkar til evropameistaraheitið, er tað eingin ivi um, at týskarin er ein gudur í Grikkalandi ájavnt við so kend nøvn sum Apollon og Zeus. Nógv hevur verið spátt um, hvussu fór at verða við Otto Rehagel aftaná EM-endaspælið, og millum annað hevur verið frammi, at hann skuldi yvirtaka týska landsliðið eftir Rudi Vøller, men Rehagel sigur sjálvur, at hann gott kundi hugsað sær at hildi fram í Grikkalandi, og tað hava grikkar neyvan nakað ímóti.