Grikska tingið samtykt sparitiltøk

Sparipakkin, sum eftir ætlanini skal fáa grikska búskapin aftur á rættkjøl, varð í kvøld samtyktur í tjóðartinginum í Athen. Pakkin er ein treyt fyri, at Grikkaland kann fáa hjálp frá evrulondunum og Altjóða Gjaldoyragrunninum, IMF.

Áðrenn ta endaligu atkvøðugreiðsluna tók George Papandreou, forsætisráðharri, orðið. Hann segði, at teir seinastu dagarnir hava verið ein royndarstund fyri tað grikska demokratiið. Men harðskapur er ikki loysnin, segði hann.

-Tað snýr seg um landsins framtíð. Búskapurin, demokratiið og tann sosiala savningarmegin eru undir trýsti, segði forsætisráðharrin millum annað og heitti á grikkar um at standa saman.

Í morgin hittast ríkis- og stjórnarleiðararnir í evrulondunum í Bruxelles um at játta Grikkalandi 80 milliardir evrur, og sunnudagin fer leiðslan í IMF so at játta grikkum 30 aðrar milliardir evrur.