Tann nýggja stjórnin í Grikkalandi fekk meiriluta, tá tjóðartingið í dag atkvøddi um álit á stjórnina, og Lucas Papademos, forsætisráðharri, og stjórnin kunnu nú fara undir arbeiðið at lúka treytirnar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett fyri at hjálpa Grikkalandi ígjøgnum fíggjarkreppuna. Tey hava tríggjar mánaðir til arbeiðið.
Papademos hevur sagt, at grikkar fara at loysa uppgávuna, men hann hevur eisini sagt, at tað verður ikki lætt. Eitt nú skulu 30.000 almenn starvsfólk koyrast til hús. Uppgávan bleiv ikki lættari í dag, tá nýggj hagtøl vístu, at hallið á griksku fíggjarlógini vaks 11 prosent tíggju teir fyrstu mánaðirnar í ár.
Fakfeløg og onnur hava boðað frá stórum mótmælistiltøkum í Athen í morgin, og myndugleikarnir hava givið 7.000 løgreglumonnum boð um at forða fyri ófriði.










