Ein nýggj frágreiðing, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin, IMF, hava skrivað, vísir, at Grikkaland fær tørv á at læna 1.850 milliardir krónur hetta til 2020. Frágreiðingin varð løgd fram á fundi, sum fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum hildu í gjár.
Niðurstøðan er, at skal Grikkaland sleppa undan húsagangi, og skulu hini evrulondini sleppa undan at lata landinum nógvar pengar á hvørjum ári langt fram í tíðina, er skuldarsanering tann einasta loysnin. Tað merkir, at bankar, sum hava lænt Grikkalandi pengar, kunnu missa heilt upp í 60 prosent av tí, sum teir eiga til góðar har.
Franska tíðindastovan AFP skrivar frá diplomatiskum keldum, at fíggjarmálaráðharrarnir vóru samdir um, at privatir bankar verða noyddir at góðtaka, at teir kunnu missa minst 50 prosent av tí, sum teir eiga í almennum grikskum virðisbrøvum.
Nú verða samráðingar við bankarnar, og tær skulu eftir ætlanini enda tann 26. oktober, skrivar AFP.