Grikska fíggjarlógin samtykt

Grikska tjóðartingið samtykti seint í gjárkvøldið uppskotið hjá stjórnini til fíggjarlóg fyri 2012. Í fíggjarlógini eru stórar sparingar umframt skattahækkingar, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett sum treyt fyri at lata landinum lán.

Málið hjá stjórnini er at fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini. Í ár er hallið umleið 9 prosent av bruttotjóðarframleiðsluni, og næsta ár verður tað 5,4 prosent.

Tríggir av teimum stóru flokkunum í tjóðartinginum atkvøddu fyri fíggjarlógaruppskotinum. Tann konservativi flokkurin atkvøddi fyri, men formaðurin, Antonis Samaras, ásannaði, at tað var ikki nøkur løtt avgerð.

-Flokkarnir eru framvegis líka ósamdir sum áður, men vit atkvøða fyri fíggjarlógini, tí tað er avgerandi fyri, at vit kunnu fáa tamarhald á skuldini, segði Samaras undir viðgerðini í gjárkvøldið.