Løgreglan í grikska høvuðsstaðnum Athen noyddist at brúka táragass fyrrapartin til at spjaða ungfólk, sum vóru komin saman at minnast ein 15 ára gamlan drong, sum fall fyri løgreglukúlum fyri tveimum árum síðani.
Umleið 3.000 ungfólk tveittu fløskur, appelsinir og grót eftir løgreglumonnunum, meðan onnur gjørdu seg inn á handlar og brutu vindeyguni. Løgreglan hevur bannað allari ferðslu í teimum stóru gøtunum í Athen, tí myndugleikarnir vænta fleiri mótmælistiltøk seinni í dag.
Tann 15 ára gamli Alexis Grigoropoulos doyði av skotum frá løgregluni tann 6. desember í 2008. Fyrr í ár vórðu tveir løgreglumenn dømdir fyri drápið.