Grikski forsætisráðharrin, George Papandreou, sigur seg vera sinnaðan at tingast við andstøðuna í tjóðartinginum um møguleikarnar fyri at skipa eina savningarstjórn, sum skal so stýra landinum, til val kann verða útskrivað. Tað sigur tað almenna grikska sjónvarpið NET.
Okkurt bendir eisini á, at ein savningarstjórn kann skipast, tí tann konservativi floksformaðurin, Antonis Samaras, hevur sjálvur havt uppskot um eina savningarstjórn.
Keldur í flokkinum hjá Papandreou siga, at eydnast tað flokkunum at semjast um at skipa savningarstjórn, verður fólkaatkvøðan um bjargingarpakkan og evrulimaskapin avlýst.
-Tað er eingin orsøk til at hava fólkaatkvøðuna, um teir stóru flokkarnir í tinginum kunnu semjast, siga keldur í flokkinum hjá forsætisráðharranum við NET.
Fyrr í dag ljóðaði, at Papandreou var sinnaður at leggja frá sær, men tað bleiv avsannað seinni.