Grikkar taptu aftur

Grikkar fingu ikki møguleikan at reisa seg, tá teir í gjárkvøldið spældu vinardyst ímóti serbum.

Hetta var annars ein dystur, har tað ráddi um hjá báðum pørtum at reisa seg aftur eftir tap á heimavølli fríggjakvøldið, tí meðan Grikkaland jú tapti 0-1 fyri Føroyum, tapti Serbia 1-3 fyri Danmark.

Lítið hendi í fyrra hálvleiki, men eftir steðgin kom meira lív í. Serliga væl lá fyri hjá serbum, tí eitt korter inn í seinna hálvleik skallaði Sadosav Petrovic bóltin í málið eftir eitt fríspark, har verjan hjá grikkum ikki sá alt ov gott út.

Grikkaland hevði møguleikan at svara aftur, men í staðin kundi Nemanja Gudelj við einum brakandi langskoti í yvirtíðini senda bóltin í málið og staðfesta 2-0 sigurin, ið serbar fingu við sær heimaftur.

Hjá báðum liðum vóru tað venjarar hjá yngri landsliðum, ið stjórnaðu frá bonkinum, tí Grikkaland og Serbia góvu eftir tapini fríggjakvøldið ávikavist Claudio Ranieri og Dick Advocaat sekkin.