Grikkar steðga donskum Gaza-skipi

Grikska sjóverjan hevur steðgað einum skipi, sum skuldi til Gaza við heilivági og aðrari neyðútgerð. Reuters skrivar, at skipið, sum eitur Tahrir, er danskt, men siglir undir kanadiskum flaggi. Umleið 50 fólk eru umborð á skipinum, teirra millum fimm danir.

Sum skilst var skipið júst farið frá bryggju við kós ímóti Gaza, tá 15 vápnaðir menn hjá griksku sjóverjuni komu umborð og góvu skipinum boð um at venda aftur til Aghios Nikolaos á oynni Kreta, har tað nú liggur.

Seinasta leygardag handtóku griksku myndugleikarnir skiparan á skipinum Audacity of Hope, sum eisini hevði sett kós ímóti Gaza.

Í mai í fjør steðgaði ísraelski herflotin seks skipum úti fyri Gaza-strondini, og níggju fólk lótu lív, tá ísraelsku hermenninir fóru umborð á skipið Mavi Marmara. Tilburðurin vakti ans, og fleiri lond fordømdu ísraelsku framferðina.