Grikkar skulu ikki vænta samkenslu

Tit mugu taka ábyrgd og gjalda tann skatt, sum tit eiga at gjalda. So greið eru boðini, sum grikkar fáa frá stjóranum í Altjóða Gjaldoyragrunninum, Christine Lagarde, í einari samrøðu, sum bretska blaðið The Guardian hevur havt við hana.

Í samrøðuni ger Lagarde greitt, at IMF hevur ongar ætlanir um at slaka í teimum treytunum, sum grikkar hava fingið aftur fyri bjargingarpakkarnar. Hon leggur afturat, at griksku foreldrini mugu taka ábyrgd á seg, um tey ikki skulu lata børnunum kreppuna.

Christine Lagarde sigur, at hon hevur størri samkenslu við børnum í londunum sunnan fyri Sahara, sum ikki fáa eina rættiliga skúlagongd, enn við teimum grikkum, sum hava fíggjarligar trupulleikar.

-Tá eg hugsi um Athen, komi eg í tankar um øll tey, sum altíð royna at sleppa undan at gjalda skatt, sigur IMF-stjórin.