Hevur tú hug at ogna tær eina oyggj suðuri í hitanum, so er at liggja framvið, tí nú fer Grikkaland at selja nakrar av sínum nógvu oyggjum fyri at útvega ríkiskassanum eitt sindur av pengum. Umframt oyggjar ætla grikkar at selja gamlar borgir og floghavnir. Onkrar ognir uttanlands rúka eisini.
Tað skrivar bretska blaðið The Guardian.
Millum tær gomlu borgirnar, sum myndugleikarnir í Athen umhugsa at selja, er Tatoi-kongsborgin, sum er við fjallið Parnitha nærhendis Athen. Kongsættin yvirtók borgina í 1871, og og har eru ikki færri enn 40 bygningar við eitt nú svimjihyli, rossastallum og øðrum.
Stjórnin hevur sagt, at hon hevur funnið umleið 40 óbygdar oyggjar, sum ætlanin er at selja ella at leiga fólki, sum kunnu brúka tær til ferðavinnu.