Grikkar og kypriotar í øðini

Grikkar og kypriotar eru alt annað enn nøgdir við at skula til Føroya at spæla undankapping í hondbólti.

Tað er eydnast Hondbóltssambandinum at fáa sín undanbólk í komandi EM-undankappingini hjá monnum spældan í Føroyum, so manslandsliðið í januar skal spæla ímóti Grikkalandi og Kypros á heimavølli.

 

Grikkar og kypriotar ætlaðu at fáa kappingina spælda í Grikkalandi, men tá Føroyar ikki tóku undir við tí, var lutakast, sum Føroyar altso hava vunnið.

 

- At vit fáa hesar A-landsdystirnar hjá monnum til Føroya og á heimavølli fyri fullsettari høll kunnu taka ímóti Grikkalandi og Kypros, hevur nógv at siga fyri føroyskan hondbólt, sigur Hallur Danielsen frá Hondbóltssambandinum við Rás 2.

 

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Hall Danielsen.