Grikkar munandi minni løn

Teir grikkar, sum framvegis hava arbeiði, kunnu vænta at fáa munandi minni í lønarposan í ár enn í fjør. Ein kanning, sum grikski stovnurin New Direction hevur gjørt, kemur til ta niðurstøðu, at í meðal fáa grikkar 23 prosent minni í løn í ár enn í 2011.

Meðallønin verður 13.167 evrur ella 98.000 krónur í ár samanborið við 17.024 evrur ella 126.500 krónur í fjør.

James Rogers, sum hevur verið við til at skriva frágreiðingina, sigur, at tann minkandi inntøkan fer at síggjast aftur í skattainntøkuni hjá tí almenna.

Eitt av krøvunum, sum ES og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava sett Grikkalandi fyri at veita landinum hjálp, er, at minstalønin skal minka 20 prosent, samstundis sum 225 milliónir krónur skulu sparast við at geva varaborgarstjórum og teirra starvsfólki sekkin. Eisini umsitingin hjá stjórnini skal spara.