Harðir samanbrestir hava verið í grikska høvuðsstaðnum Athen í dag millum løgregluna og vinstrasinnað mótmælisfólk. Tíðindastovurnar skriva, at fólk hava tveitt benzinbumbur eftir løgregluni, sum hevur svarað við táragassi. Í minsta lagi 24 fólk eru tikin.
Mótmælistiltakið hevur samband við aðalverkfallið, sum er í dag, og sum fakfeløgini skipa fyri til tess at mótmæla, at politikararnir ætla at fremja uppaftur fleiri sparingar.
Grikska stjórnin hevur biðið ES um ein hjálparpakka afturat, og í dag komu umboð fyri ES og Altjóða Gjaldoyragrunnin til Athen at kanna, um stjórnin hevur framt tær sparingarnar, sum eru neyðugar, um landið skal fáa meiri hjálp.
Búskaparstøðan í Grikkalandi er sera vánalig, og landið er á eggini til at fara á húsagang.