Apostolis Panos er maðurin, sum skal vera frásøgumaður fyri grikska sjónvarpið í samband við dystin. Apostolis staðfestir, at tað sum vera man var ein sera stórur skelkur, tá ið Grikkaland tapti 0-1 ímóti Føroyum í November mánaði.
- Tað var sjálvandi ein stórur skelkur, tá ið vit taptu ímóti tykkum á heimavølli í fjør. Men eg ivist ikki í, at úrslitið í tí dystinum er við til at motivera okkara leikarar enn meir til ein sigur í kvøld, sigur Apostolis Panos.
Tað hevur gingið av skriðuni hjá Grikkalandi seinasta árið. Grikska liðið hevur ikki vunnið ein einasta dyst í hesari undankappingini og er av tí sama á aftasta plássi. Apostolis Panos heldur, at tað eru skeivar avgerðir frá grikska fótbóltssambandinum, ið eru høvuðsatvoldin til, at tað hevur gingið so illa hjá Grikkalandi í hesari undankappingini.
- Fernando Santos (undanfarni venjarin hjá Grikkalandi) fór frá eftir HM og avloysi hansara, Claudio Ranieri, var ikki rætti avloysarin eftir mínum tykki. Hann varð sum kunnugt koyrdur aftaná tapið ímóti Føroyum. Men eg vænti betri tíðir nú við nýggja venjaranum, Sergio Markarián, greiðir Apostolis Panos víðari frá.
Spurdur um grikkar óttast eina endurtøku svarar Apostolis, at í fótbólti kann alt henda.
- Fótbóltur er fótbóltur, og alt kann henda. Men eftir tapið ímóti tykkum, vita vit eisini betri, hvussu vit skulu takkla mótstøðu sum ta føroysku. Hinvegin skulu vit heldur ikki gloyma, at føroyskur fótbóltur hevur ment seg sera nógv. Serliga í hesari undankappingini hevur liðið spælt nógv betri enn áður. Hetta er besta føroyska fótbóltslandsliðið nakrantíð, sigur Apostolis Panos avgjørdur á málinum.
At enda hevur Apostolis Panos eitt boð upp á endaliga úrslitið í kvøld.
- Eg vænti, at vit vinna 1-3. Eg vænti, at Kostas Mitroglou (Kendasti áleypari hjá Grikkalandi, ið spælir við Olympiacos) fer at skora. Við sigrinum vænti eg, at vit endurvinna vónina um at leika okkum víðari til EM-endaspælið í Fraklandi komandi ár. Tað verður tó ikki ein lættur dystur fyri Grikkaland, men eg vænti hóast alt, at vit eru betri enn Føroyar, sigur stak fryntligi Apostolis Panos at enda.