Grikkar fingu ikki lent

"Runderferð í Norðurevropa" siga speiskir grikkar, sum ikki fáa bestu fyrireikingarnar til landsdystin.

Grikska landsliðið, sum leygarkvøldið skal spæla EM-undankappingardyst ímóti Føroyum á Tórsvølli, fær neyvan tær bestu fyrireikingarnar til dystin. Eftir ætlan skuldi flogfarið hjá teimum lenda í Vágum kl.18.10, men vegna mjørka fekk flogfarið ikki sett seg og grikski landsliðshópurin er nú í Keypmannahavn.


Grikska fótbóltssambandið hevur lagt myndina omanfyri á Twitter við tekstinum “Rundferð í Norðurevropa”. Á facebook skriva teir, at teir ikki eru staddir í Føroyum, men í Keypmannahavn. Ein speiskur viðmerkjari skrivar, at um teir ikki vinna í Føroyum, so verða teir sendir til Norðpólin næstuferð.


Flogfarið við grikska ferðalagnum væntast nú at lenda í Vágum tíðliga í morginárini.