Grikkar fingið knívin á barkan

Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum vilja ikki lata Grikkaland fáa 12 milliardir evrur, sum landið hevur fingið tilsøgn um sum part av kreppuláni. Á fundi í morgun samdust ráðharrarnir um at steðga við útgjaldinum, til grikska tjóðartingið hevur atkvøtt um fleiri sparitiltøk fyri tilsamans 28 milliardir evrur. Tann atkvøðugreiðslan verður í morgin, og tekur tingið ikki undir við tiltøkunum, fellur stjórnin hjá George Papandreou, forsætisráðharra.

Búskaparfrøðingar siga, at fær Grikkaland ikki tær 12 milliardir evrurnar, áðrenn hesin mánaðurin endar, kann landið ikki rinda lán, sum fella til gjaldingar í næsta mánað.