Grikkar fáa meiri pengar

Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum hava samtykt at lata Grikkalandi meiri pengar. Eftir samtyktini fær grikski ríkiskassin 12 milliardir evrur tær báðar næstu vikurnar, so landið kann halda sínar fíggjarligu skyldur.

Fyrr í vikuni samtykti grikska tjóðartingið nøkur umfatandi tiltøk, sum millum annað skulu avmarka tær almennu útreiðslurnar og økja inntøkurnar. Samstundis skal stjórnin einskilja nógvar almennar ognir. Tiltøkini eru neyðug, fyri at Grikkaland kann fáa fíggjarliga hjálp frá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum IMF.