Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum samdust í gjárkvøldið um at tríggjar treytir, sum tann grikska stjórnin skal lúka, fyri at landið kann fáa tann ætlaða hjálparpakkan við 130 milliardum evrum.
Tann fyrsta treytin er, at grikska tjóðartingið skal samtykkja fleiri nýggjar sparingar, tá atkvøðugreiðslan verður sunnudagin. Í øðrum lagi skulu grikkar sum skjótast skarva 325 milliónir evrur afturat av teimum almennu útreiðslunum.
Tann triðja treytin er, at teir griksku politikararnir skulu geva hinum evrulondunum eitt bindandi lyfti um, at allar avtalaðar sparingar verða framdar í verki, og at hesin politikkurin heldur fram aftan á tjóðartingsvalið, sum verður í apríl.
Men tað er ikki óhugsandi, at ein treyt kemur afturat. Í Bruxelles er eitt uppskot um, at tann næsti hjálparpakkin til Grikkalands skal setast á eina stongda kontu, og at grikkar fáa ikki fatur á pengunum, fyrr enn teir hava framt tær avtalaðu sparingarnar. Politiskir eygleiðarar siga, at eitt tílíkt stig er næstan tað sama sum at seta Grikkaland undir umsiting.
Griksku fakfeløgini eru í øðini um treytirnar frá hinum evrulondunum, og tey hava boðað frá stórum mótmælistiltøkum.









