Grikkar fáa ikki betri tíð

Týski kanslarin, Angela Merkel, var hvørki til at høgga ella stinga í, tá grikski forsætisráðharrin, Antonis Samaras, var í Berlin í gjár og bað hana geva grikkum betri tíð til at fremja tær avtalaðu sparingarnar. Hann fekk greitt at vita, at Grikkaland skal halda avtaluna, sum landið hevur gjørt við lánveitararnar.

Merkel gjørdi tó greitt, at hon vil hava Grikkaland at halda fram í evrusamstarvinum, men at grikkar noyðast at taka sær um reiggj.

Antonis Samaras segði á tíðindafundi í Berlin, at hann var ikki komin til Berlin at biðja pengar, men tíð.

-Vit biðja ikki um meiri pengar. Vit biðja um betri tíð til at gjøgnumføra tær ovurstóru sparingarnar, sum vit eru í ferð við at fremja, segði hann.

Í dag skal Samaras hitta franska forsetan, Francois Hollande, í París. Ørindi hansara eru tey somu sum í Berlin, og eygleiðarar siga, at svarið í París verður uttan iva tað sama sum í Berlin.