Grikkar eiga at fara burtur úr evruni

Týski innanríkisráðharrin, Hans-Peter Friedrich, heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur fyri Grikkaland, at landið tók seg burtur úr evrusamstarvinum. Eftir hansara áskoðan hevði tað gjørt tað skjótari hjá landinum at vunnið ítt kappingarføri aftur.

Tað sigur Hans-Peter Friedrich (myndin) í samrøðu við blaðið Der Spiegel. Hinvegin er hann ikki samdur við teimum, sum halda, at Grikkaland eigur at verða sett uttan fyri evrusamstarvið. Men hann heldur fast um, at Grikkaland hevði havt betri møguleikar uttan fyri evrusamstarvið enn innanfyri.

Týski samveldisdagurin skal í morgin atkvøða um tann seinasta hjálparpakkan til grikkar við 130 milliardum evrum.