Í dag er aftur stórverkfall í Grikkalandi, og hetta er tað fimta stórverkfallið higartil í ár. Hesaferð ávirkar verkfallið millum annað allan flutning, bankarnar, almennar skrivstovur og skúlaverkið.
Tað eru fakfeløgini, sum skipa fyri verkfallinum, og endamálið er at mótmæla teimum búskaparligu spariætlanunum, sum stjórnin hevur sett í verk fyri at forða fyri, at landið skal fara á húsagang.
Roknað verður við, at fólk í túsundatali fara at ganga mótmælisgongu í Athen í dag í sambandi við, at grikska tjóðartingið fer undir at viðgera eitt uppskot, sum millum annað hækkar pensjónsaldurin og skerjir lønirnar.
ES-londini samdust fyri stuttum um at hjálpa Grikkalandi at rinda sína skuld. Hjálpin hevur eisini til endamáls at tryggja virðið á evruni.










