Grikkalandi tørvar meiri pengar og betri tíð

ES-keldur avdúka nú, at øll tann grikska bjargingarætlanin er í vanda, um landið ikki fær meiri pengar og betri tíð til at lúka treytirnar, sum lánveitararnir hava sett.

Týska blaðið Süddeutsche Zeitung skrivar frá týðandi ES-diplomatum, at Grikkaland hevur tørv á í minsta lagi tveimum árum afturat til at lúka treytirnar. Harafturat hevur landið tørv á 30 milliardum evrum ella 224 milliardum krónum afturat, um tað skal lúka treytirnar hjá ES og Altjóða Gjaldoyragrunninum.

-Tað er einki dulsmál, at vit hava ein grundleggjandi trupulleika at dragast við, sigur ein av ES-diplomatunum við tað týska blaðið.

Eftir teirri avtaluni, sum partarnir hava gjørt, skal Grikkaland megna at endurfíggja sína skuld í 2015 uttan hjálp uttaneftir, men sum skilst kann landið ikki røkka hesum málinum við verandi lánstreytum.