Grikkaland: Skógareldur kravt 50 mannalív

50 fólk hava latið lív í einum herviligum skógareldi í bygdini Mati nærhendis grikska høvuðsstaðnum Athen. Tað skrivar Reuters tíðindastovan.


Skógareldurin kyknaði mánadagin seinnapart og noyddi íbúgvar at flýggja út móti sjónum, har umleið 700 fólk blivu bjargað av bátum, ið vóru í nánd. Tað vóru tó ikki øll, ið megnaðu at flýggja.


- Fleiri íbúgvar og vitjandi í økinum megnaðu ikki at taka til rýmingar, hóast tey einans vóru nakrar fáar metrar frá sjónum ella teirra heimum, sigur Stavroula Maliri, talskvinna hjá sløkkiliðsmonnunum í økinum.


Sambært myndugleikunum hevur tað enn ikki eydnast at fingið tamarhald á eldinum, men minkandi vindur hevur gjørt, at eldurin spreiðir seg ikki eins skjótt.


Sambært Reuters er talan um herviligasta skógareld í landinum síðan 2007, tá fleiri fólk lótu lív í Peloponnese hálvoynni.