Grikkaland kroystir

Claudio Ranieri og hansara menn eru trýstir til at vinna á Føroyum

Italski venjarin hjá Grikkalandi er ein kroystur maður. Grikkaland kom úr styrkibólki eitt og er tí á pappírinum sterkasta liðið í bólkinum. Aftaná tríggjar dystir hava teir bara eitt stig at vísa á.

 

- Ongin hevði væntað, at vit bara skuldu hava eitt sitg aftaná tríggjar dystir. Vit mugu byrja á nýggjum og vísa okkara styrki. Allir spælarar mugu geva seg 120 prosent, sigur Claudio Ranieri.

 

Grikkaland hevur tapt báðar undanfarnu heimadystirnar móti Rumenia og Norðurírlandi. Einsamalla stigi kom móti Finnlandi á útivølli.

 

Claudio Ranieri hevur eisini fleiri skaðar í hópinum. Sokratis Papastathopoulos, José Holebas, Kyriakos Papadopoulos og Dimitris Salpingidis eru allir skaddir, meðan Vasilis Torosidis mátti gevast til venjing við snuddi í øklinum.

 

Væntandi verða um 15.000 áskoðarar til dystin í Athen í kvøld.

 

EM 2016 – Bólkur F:

Í dag
Grikkaland – Føroyar (19.45)

Ungarn – Finnland (19.45)

Rumenia – Norðurírland (19.45)

 

Støðan:

1.     Norðurírland 9

2.     Rumenia 7

3.     Finnland 4

4.     Ungarn 4

5.     Frikkaland 1

6.     Føroyar 0