Grikska tjóðartingið samtykti í kvøld fleiri umfatandi sparingar, sum politikararnir skulu fremja í verki, fyri at Grikkaland kann fáa hjálparpakkan, sum ES, Evropeiski Miðbankin og Altjóða Gjaldoyragrunnurin hava játtað landinum.
Í pakkanum eru 130 milliardir evrur ella 966 milliardir krónur, og fær landið ikki pengarnar, verður ríkiskassin ikki førur fyri at halda sínar fíggjarligu skyldur aftan á tann 20. mars.
Kravið um sparingar hevur elvt til aðalverkfall, og í dag vóru meiri enn 100.000 fólk í gøtunum í Athen og mótmæltu, at politikararnir góðtaka sparikrøvini. Týska tíðindastovan DPA skrivar, at meiri enn 80 fólk, teirra millum 30 løgreglumenn, vórðu løstað í samanbrestum millum mótmælisfólk og løgregluna.