Føroyingar eru ikki heilt ósekir í at satt óskil hevur valdað í grikskum landsliðsfótbólti seinasta árið. Serliga teir báðir føroysku sigrarnir ímóti fyrrverandi evropameistarunum hava elvt til, at heili tríggir venjarar eru loystir úr starvi upp á bara eitt ár.
Claudio Ranieri, Kostas Tsanas og Sergio Makarián hava allir roynt seg uttan stórvegis hepni, og nú er so navnið á fjórða venjaranum kunngjørt. Tað verður týski Michael Skibbe, sum nú skal royna seg.
Hetta er fyrstu ferð, at 50 ára gamli Skibbe skal standa á odda fyri einum landsliði. Eitt tíðarskeið var hann hjálparvenjari á týska landsliðnum, men hevur seinastu tíðina verið venjari hjá sveisiska Grasshoppers og turkiska Eskisehirspor.