Eftir at umboð fyri stjórnina og andstøðuna í Grikkalandi høvdu verið hjá forsetanum í kvøld varð fráboðað, at landið fær eina savningarstjórn, men við einum øðrum leiðara enn Georgios Papandreou.
Hvør tann nýggi stjórnarleiðarin verður fæst at vita í morgin, og so skjótt hann er funnin, leggur Papandreou frá sær.
Savningarstjórnin, sum fær stuðul frá einari breiðari samgongu í tinginum, skal stýra Grikkalandi, til tjóðartingsval verður útskrivað einaferð tíðliga næsta ár.










