Fíggjarmálaráðharrarnir í evrulondunum samdust í nátt um at lata Grikkaland fáa ein hjálparpakka við 130 milliardum evrum, og sostatt er líkt til, at landið er bjargað undan húsagangi í síðstu løtu.
Tíðindini um semjuna fingu alt fyri eitt virðið á evruni at hækka mótvegis amerikanska dollaranum.
Men pakkin verður ikki latin grikkum treytaleyst, tí evrulondini gjørdu av at hava neyvt eftirlit við, at Grikkaland veruliga fremur tær sparingar og nýskipanir, sum stjórnin í Athen hevur lovað at fremja.
Hetta er annar hjálparpakkin, sum grikkar fáa. Tann fyrra fingu teir í 2010, og í honum vóru 110 milliardir evrur.









