Grikska løgreglan hevur í dag funnið 41 migrantar í einum kølibili nærhendis Xhanti í landnyrðingsgrikkalandi.
Køliskipanin í lastbilinum var sløknað, tá løgreglan kom fram á hann, og tað gjørdist greitt, at í minsta lagi ein triðingur av migrantunum høvdu andingartrupulleikar. Sjey teirra vórðu skundaðir á sjúkrahús.
Hildið verður, at migrantarnir vóru úr Afghanistan, men hetta er ikki váttað enn.
Bilførarin, ein 40 ára gamal maður úr Georgia, varð handtikin á staðnum.
Tilburðurin kemur bert tvær vikur eftir, at 39 vietnamesarar vórðu funnir deyðir í einum lastbili í Essex í Onglandi. Báðir førararnir av tí lastbilinum vóru í farnu viku fyri rætti í Onglandi og Írlandi, har teir vóru ákærdir fyri óviljað manndráp og menniskjasmugling. Samstundis hevur løgreglan í Vietnam handtikið átta fólk í sambandi við málið.
Løgreglan í Grikkalandi veit ikki at siga, hvagar afghanarnir vóru á veg, men hildið verður ikki, at teir skuldu vera verðandi í Grikkalandi.