Griezmann nærkast United

Fransmaðurin avdúkar í kvøld, at eitt skifti til Manchester United er sannlíkt.

Antoine Griezmann hevur í eina tíð verið settur í samband við eitt skifti úr Atlético Madrid til enska Manchester United, og í kvøld vildi hann ikki vísa aftur, at skiftið gerst veruleiki – tvørturímóti.


26 ára gamli fransmaðurin luttók í kvøld í fronsku sjónvarpssendingini Quotidien, og har avdúkaði Griezmann, at hann tekur eina avgerð um framtíð sína innan tvær vikur.


Verturin var rættiliga ágangandi og spurdi, um hann ætlaði sær til Manchester United.


- Møguliga, møguliga, svaraði Griezmann.


Verturin spurdi hann eisini hvussu sannlíkt eitt skifti til United var á einum stiga frá 1 til 10.


- Seks, svaraði hann.


Sambært sáttmálanum, sum Antoine Griezmann hevur við Atlético Madrid, fer tað at kosta Manchester United 745 milliónir krónur at keypa hann leysan.