Legendariski franski landsliðsáleyparin, Thierry Henry hevur mist tvey fronsk landsliðsmet undir hesum HM-endaspælinum.
Oliver Giroud er nú søguligur toppskjútti hjá Fraklandi við 53 málum. Thierry Henry átti gamla metið við 51 málum.
Antoine Griezmann hevur nú tikið eitt annað frá Thierry Henry.
Antoine Griezmann hevur nú 27 upplegg (assist) til mál á franska landsliðnum. Thierry Henry átti gamla metið við 26 uppleggum til mál á franska landsliðnum.
Mikukvøldið klokkan 19 spælir Frakland HM-hálvfinalu móti Marokko.