Norska Grete Waitz, sum var ein av heimsins bestu marathon-rennarum í áttatiárunum, er deyð 57 ára gomul. Hon doyði av krabbameini, sum hon stríddist við í seks ár. Norskir fjølmiðlar umrøða í dag Grete Waitz sum tað størsta ítróttarfólkið, sum Noreg nakrantíð hevur havt. Hon vann heimsmeistaraheitið í marathon í 1983, og árið eftir vann hon olympiskt gull í marathon í Los Angeles.
Harumframt vann hon New York Marathon heilar níggju ferðir.
Fleiri rennikappingar ymsastaðni kring heimin bera navn hennara, og fleiri norskir politikarar og fleiri ítróttarstjørnur úr øllum heiminum harmast deyða hennara, skrivar NTB.