Greta Thunberg heitir á pávan um at fara í verkfall

Pávin bað 16 ára gomlu Gretu Thunberg halda fram við virksemi sínum, tá tey bæð hittust í Rom í morgun

Eftir at hava tosað við fleiri leiðarar við stórari ávirkan í Brússel, Strasbourg, Davos og nógva aðra staðni, kann Greta Thunerg nú seta flugubein við enn ein stóran leiðara við miklari ávirkan

Í morgun var 16 ára gamla svenska gentan í Róm, har hon hitti Frans páva undir vikuliga audiensinum hjá honum á Pæturstorginum.

– Hann var sera fjálgur og vinarligur. Tað var óformelt, og hann smíltist og flenti alla tíðina, sigur Greta Thunberg við Dagens Nyheder.

Hon hevði eitt skelti við áskrifitni »Kom við í veðurlagsverkfallið«, tá pávin nærkaðist henni á Pæturspássinum.

– Eg takkaði nonum fyri, at hann stríðist fyri verðurlagnum, sigur hon og leggur afturat, at pávin heitti á hana um »carry on, Greta, just carry on« – at halda fram við stíði sínum fyri veðurlagnum.

Frans Pávi hevur sjálvur ávarað um veðurlagsbroytingarnar fleiri ferðir.

Hann hevur javnan mint á, at tað eru heimsins fátækastu og mest sárbaru londini, sum verða rakt harðast av dálking, kríggi, umfarsóttum og flóttum vegna veðurlagsbroytingarnar.

Umframt fundin við pávan skal unga svenska stríðskvinnan eisini á fund í italska senatinum og vera við á einum verðurlagsmótmælisfundi í Róm.

Greta Thunberg kom til Rom í morgun. Hon vildi ikki flúgva vegna stóra CO2-útlátið frá flogførum. Í gjár var hon í Strsbourg og tosaði í ES-tinginum.

Greta Thunberg byrjaði sítt egna »skúlaverkfall fyri veðurlagnum« í september. Hon skulkaði úr skúlanum hvønn fríggjadag og setti seg uttan fyri svenska Ríkisdagin í Stokhólmi fyri at gera vart við verðurlagshóttanina.

Seinastu mánaðirnar hevur veðurlagsverkfallið breitt seg til fleiri lond kring heimin – eisini til Føroyar.

 

/ritzau/TT