Greta fastir fyllir 103 í dag

- Hon hevur verið so ótrúliga røsk, og hevur havt týdning fyri nógvar

føroyingar, sum hava vitjað í Keypmannahavn, sigur 73 ára gamla Dinna Joensen

úr Lorvík, um fastrina, sum flutti til Danmarkar eftir fyrra heimsbardaga

 

Jústinus Leivsson Eidesgaard


Á Ellisheiminum "Lottehjemmet" í Koksgade, ein síðugøta til tann penara

endan á Valby Langgade í Keypmannahavn, situr ein elligomul føroysk kvinna. Hon var fødd 21.

oktober 1897 á Mýruni á Toftanesi í Lorvík. Hon er systir navnframa føroyska

politikkaran Jákur Fr. Øregaard og ein beiggi hennara livir enn. Hann eitur

Hans Petur Øregaard, hevur verið politistur alt lívið í Danmark og var í

Føroyum undir Klaksvíksstríðnum í fimtiárunum. Hann er í dag 85 ár.

Á Ellisheiminum situr eisini svigardótturin Lis. Hon er dóttir gamla

sýslumann í Vestmanna, Gunnar Dahl Olsen, og er 75 ára gomul.

Tær báðar hava havt nógv saman gjøgnum lívið og tá Greta fór á Ellisheim

fylgdi Lis, sum er deyv, við.

Í dag eru blómur at síggja á Ellisheiminum Lottehjemmet í Koksgade. Greta

hevur verið eitt sindur órógvað seinastu dagarnar. Longu hósdagin sendi

Sosialurin ein myndamann frá Nordfoto at taka mynd av henni og eitt

ellisheim ger altíð eitt sindur burturúr, tá fólk gerast so gomul.

Føroyingar náa høgan aldur. Navnframa Drikka á Fløtti við Gjógv náddi tey 105 áðrenn hon lat eyguni aftur fyri seinastu ferð. Í Vestmanna situr 102 ára gamli Jógvan Andrias Hansen,

Eitt sindur dulur, men frammi hvønn einasta dag.Herfyri fylti Andrea Sivertsen við Gjógv 100 ár. Beiggi hennara Dia, sum nú er deyður, gjørdist 101 ára gamal.. Alma Rustin í Fuglafirði fyllir í næstum 100 og hon hevur úr at gera at fyrireika føðingardagin. Ein kvinna sitir á Ellisheiminum Áargarði á Sandi, hon er 101 ára gomul. Tað er Jóhanna Mikkalina Poulsen.


Skrøpp og røsk

-Fastur hevur altið virkað eitt sindur skrøpp. Hon hevur havt lyndið at

sagt nokk so nógv, men tú hevur altíð vitað hvær tú hevur havt hana. Eg

haldi, at hon hevur verið ein stór persónligheit, sigur Dinna Joensen.

-Vit eru tvær systrar, Malla og eg. Foreldur okkara doyðu, tá vit vóru

heilt ungar og ti hava vit búð hjá abba og ommu ella í barndómsheiminum hjá Gretu fastir. Fyri ikki so langari tíð síðan var eg og vitjaði Gretu fastir. Hon er deyv nú, men forstandarinnan

rópti í oyra á henni, hvør var komin. Hon hugdi upp á meg og spurdi smílandi:

"Malla! hvussu hevur Dinna tað?" Hon kendi, tók bara feil av nøvnunum á

okkum, men var annars klár, sigur Dinna Joensen.


Tænti hjá bankastjóra

Undir fyrra heimsbardaga fór Greta til Havnar at tæna hjá stjóranum í Føroya Banka. Hesin flutti aftur til Danmarkar beint eftir stríðslok og Greta fór við. Hon tænti fyrst og fór síðan at arbeiða á eini seymistovu.

Í Danmark møtti hon manninum Harald Bendsen. Hann arbeiddi alt lívið á Tuborg. Tey fingu sonin Egon og hesin tók útbúgving sum tanntekninari.

-Abbi var einaferð niðri og vitjaði Gretu. Hann tosaði nógv um hesa ferð og alt hann hevði upplivað og serliga hugtikin var hann av arbeiðsplássinum hjá Harald, Tuborg. Hetta tosaði hann um til sín doyggjandi dag, sigur Dinna Joensen.

Greta kom heim til Føroya at vitja við tí fyrsta Tjaldrinum í 1925.

Eftir seinna heimsbardaga kom Greta við soninum heim til Føroya at arbeiða. Sonurin gjørdi handilstenn og mamman hjálpti honum. Tey fyrstu summrini búðu tey hja skyldfólki í Leirvík, men seinni so bygdu tey sær egin hús at arbeiða í. Tað eru húsini, sum Norðoyar Sparikassi eigur í dag. Tey vóru bara her um summrini og lógu vetur í Danmark.


Svaningarstaður fyri

føroyingar

? Nógv fólk hava vitja Gretu í Keypmannahavn og hon var eisini røsk at vitja sjúkar føroyingar, sum komu at fáa sær heilsubót á ríkishospitalinum. Fyrr var so vánaligt samband og mong doyðu í Danmark. Hon var hjá teimum seinstu tíðina og kundi fortelja teimum eftirsitandi í Føroyum um seinastu dagarnar, sigur Dinna Joensen.

Greta og Harald vóru væl fyri. Tey áttu hús í Valby Langgade og eina íbúð í Saxogade, ein síðugøta til Istedgade. Her búðu Egon og Lis.


Jólapakkar

-Fastir sendi altíð jólapakkar heim.. Eg eri fødd í 1927 og so langt aftur eg kann minnast,``` kom altíð ein pakki frá fastir til jóla. Tá var frukt ikki vanlig í Føroyum og eg minnist at vit vóru sent út at gera børnunum í familjuni eitt hálvt súrepli ella eina appelsin. Eg fekk eisini kjóla til jóla á hvørjum ári, sigur Dinna Joensen.

Vit ynskja Gretu hjartaliga tillukku við føðingardegnum.