Songkvinnan Greta Svabo Bech er júst afturkomin til Føroya frá einum tónleikatúri í Austin , Texas.
Talan var um eina sokallaða showcase, sum er eitt slag av tónleikafestivali, har ein rúgva av eitt nú plátufeløgum, umboðsfólkum og tónleikaagentum vóru til staðar. Tilsamans luttóku yvir 2000 bólkar á festivalinum, og harímillum var føroyska Greta Svabo Bech.
- Eg havi frammanundan havt samband við ymisk fólk frá tónleikavinnuni í Amerika, men eg havi ikki havt møguleika at spæla har yviri. Tá so hesin møguleikin kom, helt eg, at eg skuldi taka av, greiðir Greta Svabo Bech frá, sum hevði Heðin Ziska Davidsen, Sakaris Joensen og Per Højgaard afturat sær á ferðini.
Føroyski sangfuglurin letur væl at ferðini í Amerika.
- Tann bookingagenturin, sum fekk okkum at koma yvir, hevur nú sæð og hoyrt okkum live og kann sostatt betur vita, hvar vit eru egnað at spæla. Harafturat havi eg fingið samband við fleiri nýggj fólk innan tónleikavinnuna, so tað er bara stuttligt, sigur Greta Svabo Bech.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Gretu Svabo Bech greiða frá ferðini og eini nýggjari EP.