Greta Svabo Bech er higartil einasti føroyingur, sum nakrantíð hevur verið tilnevndur eina amerikanska Grammy Virðisløn.
Hetta var fyri at leggja rødd til sangin "Raise Your Weapon", hjá navnframa Deadmau5 í 2012, sum við eini 50 mió sýningum eisini man vera mest sædda youtube video við einum føroyingi (burtursæð frá einum ávísum lívfrøðingi, ið setti hol á ein august herfyri)!
Í 2013 upplivdi Greta tann sjáldsama heiður at heimsgitna Cher valdi at taka lagið ”My love”, sum Greta skrivaði saman við bólkinum Picture Book, á sína nýggjastu útgávu.
Umframt Cher og Deadmau5 hevur Greta arbeitt saman við einari langari røð av navnframum listarfólkum – nevnast kunnu Bloody Beetroots, Zeds Dead og Designer Drugs.
Greta Svabo Bech er sum heild ein sera fjølbroyttur listarligur skapningur. Hon byrjaði innan klassiskan og fólkatónleik, men hevur flutt seg meira yvir í sín egna úrvalda hátt at tulka pop, dance, elektroniskt og klassiskt. Stakútgávan "Shut Up and Sing, sum er givin út í minst fimm ymiskum avbrigdum, er eitt gott dømi um júst hetta.
Hóast alt hetta, er Greta Svabo Bech onkursvegna eitt lutfalsliga óskrivað blað í føroysku tónleikatilvitanini. Men hetta ætla vit í G! at syrgja fyri at broyta. Vit eru sera errin av at seta hana á skrá fyri fyrstu ferð í Føroyum við egnum bólki. Greta gevur í næstum eina EP út, og fyrst í næsta ár kemur ein heil pláta á marknaðin










