Ítróttarklumman
Bert seks umfør eru nú eftir av ársins útgávu av Atlantic Airways-kappingini.
Tað einasta, sum enn stendur greitt, er, at Neistin verður annað liðið í finaluni, meðan tað hjá hinum fimm liðunum er háspenningur í luftini, hvørja ferð farið verður á vøllin.
Fremsta orsøkin til hetta er, at ein niðurflytari skal finnast, nú Team Klaksvík er í ferð við at vinna sær rætt til uppflyting, og tað hevur fingið fleiri av siðbundnu feløgunum at vena seg um, at tað rættasta vildi verið at víðkað bestu deildini til sjey lið, soleiðis at øll eiga umboð í fremstu røð.
Tað er væl skiljandi, at einki av teimum fimm liðunum, sum framvegis eru í niðurflytingarvanda ynskir at fara eina deild niður. Og serliga ikki, tá tað nú í nógv ár als ikki hevur verið upp á tal við niðurflyting. Men tað er væl ein veruleiki, sum er galdandi í øllum ítróttum, har kappast verður í deildum. Onkur má standa eftir við Svartaperi, tá kappingin er av. Tað er ein partur av spælinum, og tað er eisini við til at økja um spenningin, eins væl og stríðið um heiðursmerki er tað.
Og fyri alt tað, so kann ein niðurflyting eisini vera sunn, um hon verður brúkt rætt. Eitt nú at fremja ættarliðsskifti, ella eisini til at skapa nakrar succés-upplivingar, sum kunnu verða truplar at finna í ovaru deildini.
Sosialu grundgevingarnar fyri at broyta niðurflytingarspurningin halda snøgt sagt ikki, tá um ræðurm kappingarelementið. Og hetta elementið hevur sera stóran týdning, hóast sosial karmarnir so sanniliga eisini gera tað.
Men er ynskið at halda fast um kappingarandan, so latið niðurflytingina standa við.