Føroya Lærarafelag hevur nú verið í arbeiðssteðgi í 4 vikur. Í síðstu viku boðaðu hini fakfeløgii, umboðað av 7 mannabólkinum, frá, at tey fóru ikki at standa og eygleiða á síðulinjuni longi afturat. Hetta gjørdu tey greitt á fundi við Høgna Hoydal í Tinganesi.
Joan Ziskason frá 7 mannabólkinum dugir enn ikki at siga, nær tiltøk kunnu væntast frá hinum fakfeløgunum.
Einki røkist tó fyri, at tað verður hesa vikuna, men enn er als einki avgjørt hesum viðvíkjandi, sigur Joan Ziskason.
7 mannabólkurin hevur ikki verið saman, síðani fundin í Tinganesi fyri viku síðani.