Ógreitt við Hetlandsflúgving

Sambært hetlendska blaðnum The Shetland News fer Atlantsflog at flúgva tvær ferðir um vikuna millum Føroyar Hetland og London eftir páskir næsta ár. Stjórin á Atlantsflogi sigur, at eingin avgerð er tikin um tað

Ætlanin hjá Atlantsflogi um at knýta Hetland upp í rutuna millum Vágar og Londin verður veruleiki eftir páskir næsta ár, veit hetlendska blaðið The Shetlands News at siga frá sølu- og marknaðarleiðararnum í Atlantsflogi, Kent Christensen.
Magni Arge, stjóri á Atlantsflogi, sigur í viðmerking við Sosialin, at tað man hetlendska blaðið hava yvirtulkað eitt sindur, tí hóast ætlanin er gomul, er einki avgjørt enn.
Ætlanin um at knýta Hetland upp í rutunetið hjá Atlantsflogi, er ikki nýggj.
Magni Arge, stjóri í Atlantsflogi, hevur fyrr sagt við Sosialin, at arbeitt hevur verið við ætlanini, men at hon er útsett nakað, orsakað av teimum umstøðum, sum nú eru á Danmarkarrutuni, har Atlantsflog nú er einsamalt um at flyta øll ferðafólkini. Tað bindur felagið nakað, segði Magni Arge.
Stjórin í hetlendska ferðaráðnum, Andy Steven, segði við Sosialin á WestNorden Travel Mart stevnuni í Íslandi í september í fjør, at Hetlendingar settu stórar vónir til eina flogrutu millum Hetland og London, og at teir væntaðu, at Atlantsflog fór undir rutuna.
Tá váttaði Magni Arge, at felagið arbeiddi við hesi ætlan, men at tað, at Maersk Air gavst at flúgva til Føroya, og Atlantsflog tí einsamalt skuldi flyta øll ferðafólkini á Danmarkarrutuni, gjørdi, at ætlanin varð seinkað nakað. Eisini vóru hetlendingar farnir undir at umvæla flogvøllin í Sumburgh.
Í hetlendska blaðnum The Shetland News tann 1. feburar, verður sagt, frá Kent Christensen, sølu- og marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi, at farið verður undir flúgving millum Vágar, Sumburgh og Stansted eftir páskir 2006, og at tað ætlandi verður flogið tvær ferðir um vikuna.
Sambært heltlendska blaðnum fegnast hetlendingar um ætlaðu nýggju flogrutuna, sum fer at gera tað møguligt hjá teimum at koma til London upp á hálvanannan tíma, og eisini fer at styrkja um bondini til grannarnar fyri norðan.
Hóast tað skilst á The Sheltland News, at ein avgerð er tikin, leggur Magni Arge dent á, at tað er tað ikki. Men ætlanin er avgjørt áhugaverd, sigur hann.