Føroyska U20-landsliðið í manshondbólti er í løtuni í Ísrael, har EM-undankapping er á skránni.
Fyrsti dysturin varð liðugur fyri løtu síðani, og her gjørdist talan um 32-17 tap móti Rumenia. Í steðginum var Rumenia á odda 17-8.
Føroysku málini í dag skutu Áki Egilsnes 4, Eirikur Simonsen 4, Jónas Gunnarson Djurhuus 3, Helgi Hoydal 3, Julian Olsen 2 og Kjartan Johansen 1.
Í morgin verður spælt móti vertstjóðini, Ísrael, og í ovurmorgin er triði og seinasti dysturin á ferðini á skránni. Tann dysturin er móti Luksemburg.