Føroysku u17-genturnar spældu sín fyrsta dyst í Nevza-kappingini í dag. Dysturin var ímóti Íslandi, sum vit mangan hava havt gott tak á, men so var ikki í gjár.
Íslendska liðið hevur higartil víst seg at vera eitt tað besta í allari kappingini. Tær løgdu fyri við at vinna 3-2 á Finlandi, og so er líkasum støðið lagt. Ímóti Føroyum spældu tær framúr væl. Ikki minst við servum, sum føroysku genturnar als einki fingu gjørt við. Ísland vann seg framum 8-0 í fyrsta setti, áðrenn føroysku genturnar komu inn í dystin og fingu síni fyrstu stig. Eftir hetta gekk javnt á, og tað sá eina løtu út sum um, at føroysku genturnar fóru at rista hvøkkin av sær, men síðst í settinum dró Ísland frá aftur. Aftur her vóru tað servurnar, ið føroysku genturnar ikki megnaðu at taka ímóti.
Hóast føroyska liðið fekk fleiri stig í 2. setti, var gongdin fyri tað nógva tann sama sum í tí fyrsta. Ísland vann seg beinanvegin framum og helt seg eini 5-10 stig frammanfyri, uttan at Føroyar nakrantíð megnaðu at vinna leiðsluna inn ella minka stórvegis um hana. Og soleiðis var eisini í triðja setti. Genturnar vóru máttleysar, tí móttøkuspælið ongantíð gjørdist so mikið gott, at álopsspælið kom ígongd. Tað má betrast alvorliga ímóti Finlandi og víðari í kappinini.
Gjøgnumgangandi trupulleikin hjá bæði dreingjunum og serliga gentunum hevur higartil í kappingini verið servumóttøkan. Tað er týðuligt, at servutrýstið hjá mótstøðuliðum okkara er økt munandi, og vit megna ikki at standa ímóti. Størri dentur má verða lagdur á hetta framyvir bæði í sambandi við sjálva servuna og móttøkuna.
Besti leikari hjá Føroyum móti Íslandi var Anna Sunadóttir Hansen, skrivar FBF í tíðindaskrivi.