Víkingur hevði trupla uppgávu fyri, tá ið teir í 30 hitastigum í Georgia í dag spældu ímóti Torpedo Kutaisi í 2. umfari í Europa League. Dysturin ímillum føroysku og georgisku meistararnar byrjaði kl.17.00.
Í eyðkendum stíli lá Víkingur aftarliga á vøllinum og lúrdi eftir umstillingum. Hetta riggaði væl, tí hóast greiða yvirvág, so hevði Torpedo Kutaisi ilt við at spæla seg til upplagdar málmøguleikar samstundis sum Víkingur hevði brodd í mótálopunum.
Víkingur gav tó nógv hornaspørk burtur – heili níggju í fyrra hálvleiki – og tað var eitt av hesum, sum kom at kosta. Tað var Tornike Kapanadze, sum stútaði bóltin í málið og syrgdi fyri 1-0-hálvleiksleiðslu til Torpedo Kutaisi.
Gongdin í seinna hálvleiki var tann sama. Heimaliðið var á spælinum, men teir úr Víkingi vóru stundum vandamiklir upp á umstillingar. Ta einu ferðina kom Adeshina Lawal í góða støðu, men skeyt beint framvið.
Sum dysturin leið setti Torpedo Kutaisi seg meira á dystin og fekk eisini tvey mál afturat ímóti dystarenda. Fyrst økti Giorgi Kimadze til 2-0 eftir gott uppspæl, og so stútaði Levan Kutalia bóltin í mál til 3-0.
3-0 til Torpedo Kutaisi gjørdist endaliga úrslitið, og nú sær tað trupult út hjá Víkingi, sum fær heimavøll í returdystinum um eina viku.
Beinleiðis tekstafrásøgnin, sum in.fo hevði frá dystinum, kann lesast niðanfyri:
Torpedo Kutaisi – Víkingur 3-0 (1-0)
1-0: Tornike Kapanadze, 27.
2-0: Giorgi Kimadze, 73
3-0: Levan Kutalia, 84.
Liðugt: Tað endaði 3-0 til Torpedo Kutaisi.
90min.: Fýra minuttir eru lagdir afturat.
90min.: Víkingur fremur sína triðju og seinastu útskifting. Út fer Elias Lervig, og inn kemur Tonni Thomsen.
88min.: Torpedo Kutaisi er greitt omaná. Her fer ikki at broytast.
84min.: 3-0 til Torpedo Kutaisi! Eftir innlegg og sannførandi stútara er tað Levan Kutalia, ið ger tað til 3-0. Nú sær svart út hjá Víkingi.
81min.: Andreas Lava Olsen stútar eitt hornasparksinnlegg beint upp um.
80min.: Víkingur fremur eina útskifting. Andreas Lava Olsen kemur inn í staðin fyri Adeshina Lawal.
73min.: 2-0 til Torpedo Kutaisi! Eftir gott uppspæl prikar Giorgi Kimadze bóltin inn um Víkinga-málverjan og í mál til 2-0.
62min.: Torpedo Kutaisi fær ein góðan stútari úr stuttari fjarstøðu, men Elias Rasmussen er enn einaferð sum ein køttur og bjargar. Hann hevur staðið ein branddyst hendan fyrsta góða tíman.
59min.: Víkingur skiftir út. Út fer Heðin Hansen, og inn kemur Hans Jákup Lervig.
52min.: Tveir góðir møguleikar! Fyrst bjargar Elias Rasmussen væl einum skoti, og so er tað enn eianferð umstilling, ið skapar góðan møguleika til Adeshina Lawal, men hann skjýtur framvið málinum.
50min.: Torpedo Kutaisi byrjar har teir sleptu og sita á spælinum.
48min.: Gult kort til Karl Løkin fyri at steðga lovandi álopi.
46min.: Seinni hálvleikur er byrjaður.
Hálvleikur: Heimaliðið hevur verið greitt omaná, men Víkingur hevur hinvegin eisini spælt seg í nakrar góðar støður. Sum heild er tepra hálvleiksleiðslan hjá Torpedo Kutaisi á einari leið.
45min.: Aftur tvey hornaspørk til Torpedo Kutaisi. Hetta vóru hornaspark nummar átta og níggju hjá teimum. Hesaferð spyrst einki burturúr.
41min.: Risa møguleiki til Torpedo Kutaisi eftir at teir fara í eitt sera væl mannað mótálop. Elias Rasmussen bjargar til horna.
40min.: Víkingur í mótálopi, sum endar við skotroynd frá Adeshina Lawal, ið verður vard út til horna.
38min.: Vegna væl mannaðu Víkinga-verjuna hevur Torpedo Kutaisi ilt við at spæla seg heilt nær málinum. Nú bleiv tað aftur til eitt langskot, sum hesaferð fór við síðuna av málinum.
32min.: Góður møguleiki til Víking! Enn einaferð er tað ein umstilling, ið er uppskriftin hjá Víkingi, og hesaferð eydnaðist tað at spæla Elias Lervig í góða støðu í høgru. Ein verjuleikari vardi fyri í sjálvari skotløtuni.
31min.: Heimaliðið situr enn á spælinum. Nú royna teir seg aftur við langskoti, men tað skal meira til enn so at lumpa Elias Rasmussen.
27min.: 1-0 til Torpedo Kutaisi! Eftir hornasparksinnlegg og eitt heldur tilvildarligt støkk er tað Tornike Kapanadze, ið stútar bóltin í málið til 1-0.
24min.: Tað er somikið heitt, 30 hitastig, at dómarin hevur bríkslað fyri einum lítlum vatnsteðgi.
20min.: Torpedo Kutaisi hevur upp á eina lítla løtu havt trý hornaspørk. Víkinga-verjan hevur ruddað væl burtur higartil. Víkingur hevur eisini havt eina umstilling afturat, sum tó varð steðgað.
14min.: Víkingur við góðari umstilling, sum endar við at teir fáa hornaspark. Dennis Nieblas fær høvdið á, men hann fær tó hvørki ferð ella kós á stútaran.
10min: Torpedo Kutaisi er á bóltinum. Víkingur er ógvuliga aftarliga á vøllinum og verjir við øllum monnum.
5min.: Heimaliðið roynir seg við dundurskoti úr 25 minuttum, men Elias Rasmussen bjargar út til horna.
2min.: Atli Gregersen roynir seg við longum innkasti heilt har frammi, men einki spyrst burturúr.
1min.: Dysturin er byrjaður.
Undan dystinum: Sambært veðurstovum eru 30 hitastig í Kutaisi í løtuni.
Undan dystinum: Dómari í dag er Artyom Kuchin úr Kasakstan.
Byrjunaruppstillingar
Torpedo Kutaisi: Kvaskhvadze – Gegetchkori, Kobakhidze, Azatskiy, Marin – Daffe, Tsintsadze, Hlinka, Kimadze – Kapanadze, Kutalia
Víkingur: Elias Rasmussen – Elias Lervig, Gunnar Vatnhamar, Atli Gregersen, Hanus Jacobsen – Heðin Hansen, Dennis Nieblas, Karl Løkin, Sølvi Vatnhamar, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal