Greitt tap fyri Svøríki

Føroyska kvinnulandsliðið gav svenska landsliðnum ein hvøkk, men tapti greitt

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti tapti í kvøld 33-15 fyri Svøríki í EM-undankappingini. Svensku heimsstjørnurnar mátti taka time-out eftir fáar minuttir, tí føroyska liðið gav teimum hvøkk. Tá var støðan 5-5.

 

Svøríki er sterk hondbóltstjóð og tað vísti tær eisini restina av dystinum. Føroyska liðið hevði trupult við at steðga stóru og sterku spælarunum hjá gestunum, men í fleiri førum stóð Viviann Petersen fyri í føroyska málinum. Støðan í hálvleikinum var 19-10 til Svøríki.

 

Í seinna hálvleiki riggaði álopsspælið hjá føroyska liðnum illa. Av tí sama fekk Svøriki fleiri mótálop, har føroysku spælararnir ikki megnaðu at fylgja við. Tað gekk strilt at fáa mál og Svøríki kundi heldur lættliga vinna 33-15.

 

Eins og í Serbia fyrr í vikuni, tá Føroyar taptu 36-20, so var talan um onkrar góðar løtur. Hesa ferð var tann løtan fyrstu fimm álopini, tá føroyska liðið skoraði fimm mál. Eftir dystin var landsliðsvenjarin, Scott Harrington, bersøgin og helt fyri, at føroyskir spælararnir vóru ikki nóg væl fyri.

 

Føroyar – Svøríki 15-33 (10-19)