Belgia-Føroyar 36-22 (19-13): Føroyska mansliðið spældi í dag móti Belgia. Talan bleiv um ein nøkunlunda fyrra hálvleik og ein vánaligan seinna hálvleik.
Í fyrra hálvleiki megnaði Føroyar so dánt at fylgja við, hóast munurin gjørdist dekan ov stórur við hálvleikssteðg. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni og munurin bara øktist. Samanumtikið so var Belgia betri á øllum økjum og so var eisini týðiligt, at okkara lið ikki var samanspælt, skrivar heimasíðan hjá hondbóltssambandinum.
Føroyska landsliðið skal spæla aftur í morgin ímóti Luksemburg.