Greitt NOY til samanlegging við Klaksvík

Eftir at valhølið í Hvannasundi lat aftur fyri løtu síðani, eru atkvøðurnar taldar upp og uppgjørt er, hvørt fólkið ynskir eina samanlegging við Klaksvíkar kommunu ella ikki Súsanna Christiansen, sum er limur í valnevndini í kommununi upplýsir, at íalt vóru 278 av teimum 321 veljarunum á vali.

Og úrslitið er púra greitt: 208 atkvøður vóru ímóti samanlegging og einans 68 fyri, og tvær blankar. Hetta svarar aftur til, at sløk 75 prosent eru ímóti at leggja saman við Klaksvík, meðan góð 24 prosent er sinnað fyri hesum.

Út frá hesum kann má tí sigast, at arbeiðið hjá meirilutanum í Hvannasunds kommunu, saman við býráðnum í Klaksvík, ikki hevur havt stórvegis ávirkan á bygdarfólkið.

Hóast bygdafólkið nú hevur talað, fer bygdaráðið kortini at hava eyka fund í annaðkvøld, har hetta úrslitið skal viðgerast.

Borgarstjórin í Hvannasunds kommunu, Júst Poulsen sigur í stuttari viðmerking við Portalin, at úrslitið er púra greitt.

- Fólkið hevur talað. Meir er ikki at siga um tað!, er stutta viðmerking hansara.