Grønlendingar atkvøddu við stórum meiriluta fyri sjálvstýri Tá atkvøðurnar frá fólkaatkvøðuni um grønlendskt sjálvstýri vóru taldar upp í nátt, vísti úrslitið, at 75,54 prosent høvdu atkvøtt fyri sjálvstýri, og at 23,57 prosent høvdu atkvøtt ímóti.
Av teimum 39.285, sum høvdu atkvøðurætt, vóru 28.268 í valhølinum, og tað svarar til 71,96 prosent.
Meiningakanningar undan fólkaatkvøðuni vístu eisini greitt, at stórur meiriluti var fyri sjálvstýri.