Greitt hvar Arnbjørn Hansen spælir komandi kappingarár

Tað er nú greitt hvørjum felagið landsliðsframherjin fer at spæla við komandi ár. Fyri løtu síðan kunngjørdi heimsíðan hjá EB/Streymi, at hann hevur gjørt ein nýggjan tvey ára sáttmála við felagið.

 

Tað hava verið nógvar gitingar um hvar Arnbjørn Hansen fór at spæla komandi kappingarár, men nú er ongin ivi longur. EB/Streymur hevur helst tryggjað sær eina av teimum týdningarmiklastu undirskriftinum í kvøld.