Greitt brot á ítróttarandan

Kappingarnevndin hjá FSF fer á fundi hóskvøldið at viðgera ítróttarliga framferðarháttin hjá MB

MB

Flestu áskoðararnir kring vøllin í Sandavági mikukvøldið mundu vera av teirri greiðu fatan, at hetta var at fara út um mark. At nýta leikarar, sum heilt greitt ikki høvdu loyvi at spæla, fyri onkursvegna at manifestera antin eina provokatión ella eina maktstøðu, soleiðis sum hon einaferð var, tá MB var sterkasta liðið í Vágoynni.
Tað kann helst vera ymiskt, sum liggur sum grund fyri framferðini hjá MB til dystin, men sæð úr einum ítróttarligum sjónarhorni er helst einki, sum kann forsvara slíkan atburð.
Føroysku kappingarreglurnar fyri fótbólt innihalda ikki nakað serligt perri um tað, sum danir rópa »at brnge spillet i miskredit«. Einki er at ivast í, at ein slík hending í eitt nú Danmark hevði sortera undir slíkar reglur, men heilt á berum stendur kappingarnevndin hjá FSF tó ikki.
Reglurnar siga nevnliga greitt, at FSF kann av sínum eintingum taka mál upp til viðgerðar, og at revsingin væl kann vera onnur, enn bara tað at tapa við 0-0.
Og stendur tað til formannin í kappingarnevndini, Bjarka Mohr, so skal MB heldur ikki sleppa óátalað frá hendingini.
- Nú fái eg sjálvandi ikki tala fyri kappingarnevndina sum so, men persónliga haldi eg, at hetta er farið langt út um mark. Hetta er heilt greitt ímóti reglunum, sum eru galdandi, og hetta er heilt greitt ímóti ítróttarandanum. Og tað eigur so ikki at fara framvið uttan víðari, staðfestir Bjarki Mohr.
Víðari sigur hann, at kappingarnevndin skal í øðrum sambandi hava fund hóskvøldið, og at málið uttan iva verður tikið upp á hesum fundi. Hvør avgerðin her verður, fær formaðurin ikki sagt, men møguleikarnir eru fleiri. Eitt nú at geva felagnum bót, ella at koyra tað úr kappingini. Bróðurparturin av áskoðarunum mikuvkvøldið munnu í øllum førum halda, at bæði hesi alternativini høvdu verið hóskandi.

Fakta
Grein 38, stk 3 í kappingarreglunum fyri fótbólt:
F.S.F. kann eisini í serligum førum sjálvt taka eitt mál til viðgerðar, um illgruni er um, at eitt ávíst felag hevur framt brot á hesar reglur. F.S.F. skal tá geva felagnum boð um hetta, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

Grein 39 í somu reglum
Brot á hesar kappingarreglur verða viðgjørd av Kappingarnevndini, sum kann gera úrskurð um, at felag, ið hevur framt brot á hesar reglur, skal revsast við:
?ávaring
?bót
?at tapa dyst
?at felagið verður dømt at missa heimavøll í ein ella fleiri dystir
?at felagið verður koyrt úr kappingini